- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Á pall aftur eftir steðg í 52 ár
03-05-2018
Tað eru gott 50 ár síðan limirnir í bólkinum Atlantis í Klaksvík fóru hvør til sítt, men leygarkvøldið verða teir aftur at hoyra
- Vit eru sera spentir uppá "legendskvøldið," sum verður hildið í badmintonhøllini í Klaksvík nú leygarkvøldið, sigur annar av stigtakarunum, Jógvan Andrias Joensen.
Ein av bólkunum, sum luttekur hetta kvøldið er Atlantis, sum virkaði sum húsaorkestur í biografsalinum Atlantis í Klaksvík. Hesir vóru teir fyrstu sum settu streym til popptónleikin í Klaksvík.
Eftir Atlantis kom so bólkurin Birds.
Morgunsendingin er í Klaksvík og tosar við limir í Atlantis og Birds og eisini við Jógvan Andrias Joensen, sum er við at fyrireika konsertina leygarkvøldið.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024