- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg kenni meg næstan altíð vælkomnan umborð, men jú, tað kemur fyri, at onkur manning ikki ynskir, at eg skipi fyri einum møti ella leggi kristiligt tilfar eftir mær umborð.
Soleiðis sigur Torleif Johannesen. Í útvið 30 ár hevur hann arbeitt sum sjómanstrúboðari. Eitt starv, sum hann ikki beinleiðis sjálvur hevur valt.
- Eg veit ikki, hvussu nógv eg havi valt hetta arbeiðið, tí eg føli, at eg eri í tí arbeiðinum, sum Gud vil, eg skal vera í, sigur Torleif Johannesen og leggur afturat:
- Eg kenni meg kallaðan til starvið av Gudi og av menniskjum, sum hava kallað meg konkret inn í hesa tænastu, sigur Torleif Johannesen.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum hann fær løn fyri.
Í morgunsendingini greiddi hann frá upplivingum hesi nkjótt 30 árini, hann hevur verið sjómanstrúboðari.