Góðan morgun Føroyar

Magnus er besta menniskja á jørð
04-05-2018
- Tað hevur ikki verið keðiligt at hava ein beiggja við Down´s, sigur Elin Vatnhamar Olsen.

- Hann er fittur, stuttligur, tvørur, strævin, men einki einki ilt býr í honum. Hann er eitt tað besta menniskja á jørð.

Soleiðis lýsir Elin Vatnhamar Olsen 32 ára gamla beiggja sín, Magnus, sum hevur Down´s syndrom. 

Sum vit sóu í sendingini "Tey serligu børnini" er tað nakað serligt at fáa eitt barn við Down´s, men hvussu er at vera systkin hjá einum, ið hevur Down´s?

Sambært Elini Vatnhamar Olsen hava hon og hini bæði systkini ikki merkt stórvegis til, at beiggin er øðrvísi enn flest onnur.

- Tað hava verið støður, har eg bleiv varug við, at hann ikki var sum hini. Til dømis legði eg til merkis, at hann sang øðrvísi enn hini, tá vit vóru til kór. Fóru vit í BR, hugdu børnini nógv eftir honum og so framvegis. Serliga børn hugdu, tí hann sá jú øðrvísi út, sjálvt um eg ikki dugdi ordiliga at síggja tað, sigur Elin

Vatnhamar Olsen.

- Vit hava altíð fylgst. Í skúlanum, til skótar og til kór og so framvegis. Ótilvitað havi eg sikkurt verið ein systur, sum hevur vart hann eitt sindur. Sjálvandi hava tað verið støður, har eitt nú lærarin bað meg hjálpa við at fáa hann upp úr svimjihylinum ella okkurt líknandi, men eg hugsaði ikki nakað keðiligt um tað,

sigur Elin Vatnhamar Olsen.

Sambært henni hevur beiggin altíð fingið nógv uppmerksemi.

- Tá mann er so fittur og gott fólk, sum han er, so slepst ikki undan, at hann hevur fingið uppmerksemi. Tað hevur tó ikki merkt, at vit systkini ikki hava fingið uppmerksemi orsakað av honum, fortelur Elin Vatnhamar Olsen.

Í morgunsendingini fortaldi hon, hvussu tað er at vera systkin hjá einum, sum hevur Down´s syndrom.

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024