Góðan morgun Føroyar

Vilja hava betri samferðslu til útoyggjarnar
08-05-2018
Vit eru ikki nøgd við viðferðina vit fáa frá Strandferðsluni og mynduleikunum, siga fyrireikarar til tiltakið Oyggjatreff, sum verður fríggjadagin

Fríggjadagin klokkan 14 verður skipað fyri oyggjatreffi úti á Tinganesi har skipað verður fyri mótmælisgongu út á Tinganes.

Endamálið er at mótmæla tunnilssjón og krevja víðsjón. Í skrivinum, sum fyrireikingarbólkurin hevur sent út, eru nøkur krøv, sum verða handað landsstýrismanninum í samferðslumálum fríggjadagin.

Krøvini eru:
- Vit krevja at Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting - NÚ!
- Vit krevja, at ein ?ferjuætlan? verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Vit krevja eitt líkinda avloysaraskip, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum.
- Vit góðtaka ikki óskilið, sum er á sjóvegis samferðsluni millum oyggjar okkara

Tvær teirra, sum skipa fyri eru Vígdis Bjarnadóttir og Maud Wang Hansen, og tær vitja morgunsendingina í morgun

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024