Góðan morgun Føroyar

Atli Gregersen letur eitt prosent av lønini
08-05-2018
Common Goal er vælgerandi felagsskapur, sum spanski fótbóltsspælarin, Juan Mata, hevur tikið stig til.

2. jóladag sat Atli Gregesen við telefonini og leitaði á netinum.

Á síðuni hjá Daily Mail sá hann eina samrøðu við Juan Mata um verkætlanina, Common Goal.

Endamálið er at fáa kendar fótbóltsspælarar at lata eitt prosent av síni løn til vælgerandi endamál.

Atli Gregersen hugsaði alt fyri eitt, at hetta var eitt frálíkt átak.

Hann sendi teimum ein meyl, og segði frá, at hann kundi hugsað sær at verið við.

Seinni varð hann ringdur upp, og tað endað við, at hann varð bjóðaður uppí.

Hóast Atli Gregersen viðgongur, at tað er stórur munur á hansara lønarseðli, og honum, sum Juan Mata fær, so vildu teir fegin hava føroyingin við.

Grundleggjandi snýr tað seg meira um at byrja eitt rák heldur enn einstøku upphæddina.

Nú letur føroyski landsliðsskiparin eitt prosent av síni fótbóltsløn til Common Goal, men sum frálíður kundi hann hugsað sær, at okkurt var gjørt í Føroyum.

Atli Gregersen ivast ikki í, at aðrir fótbóltsspælarar eisini eru hugaðir at lata nakrar krónu, og tilsamans kann tað gera mun.

Fótbólturin hevur givið mær so nógv, og nú vil eg fegin geva okkurt aftur, sigur Atli Gregersen at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024