Góðan morgun Føroyar

Hóttanir gera journalistin óttafullan
15-05-2018
5. hvør journalistur í Føroyum hevur kent seg beinleiðis hóttan.

Í gjár stóð í grein á in.fo, at ein av journalistunum í Miðlahúsinum hevur verið í Føroya rætti og vitnað, tí viðkomandi hevur følt seg hóttan eftir at hava skrivað um eitt ávíst mál.

Umrøddi journalisturin er Dánjal av Rana.

Hann sigur, at hóttanirnar hava tað við sær, at hann tryggjar sær, at dyrnar við hús eru læstar á kvøldi, og hann leggur merki til skuggar, ið flyta seg uttanfyri.

Tað ringasta er, tá tú hittir fólk í býnum.

Tá kunnu keðiligar støður taka seg upp, sigur Dánjal av Rana.

Hann ætlar sær kortini ikki at gevast í yrkinum.

Morgunsendingin skiftir eisini orð við Marjuna Dalsgaard, ið hevur gjørt støðulýsing av miðlalandslagnum í Føroyum

Kanningin kemur fram til, at meir enn ein triðingur av teimum, sum hava ella hava havt sína yrkilsleið á einum fjølmiðli, hava kent seg vera fyri ágangi ella illa viðfarnan í sínum starvi í føroyska fjølmiðlaheiminum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024