Góðan morgun Føroyar

Bjargingarbáturin Rescue Lív 10 ár í dag
17-05-2018
23 fólk eru í vaktarskipan, ið er knýtt at bjargingarbátinum, og skiparin letur sera væl at manningini.

Morgunsendingin skiftir orð við Heina Eysturoy, sum hevur verið skipari á Rescue Lív øll árini.

Hann sigur, at báturin hevur roynst ógvuliga væl.

Einar 300 uppgávur hava verið, og tær hava verið ógvuliga fjøllbroyttar.

Virksemi er vaksið ógvuliga nógv, og nú eru boð eftir Lív næstan hvørja viku.

Báturin siglir skjótt, og tað fer illa við bátinum.

Nógv útgerð skal skiftast út, næstu ferð Lív fer til eftirlit, men møguliga er skilabetri at keypa nýggjan bát til ta tíð, sigur skiparin.

At verða knýttur at bátinum er sjálvboðið arbeiði.

Heini Eysturoy heldur, at motivatiónin hjá teimum flestu er at kunna hjálpa øðrum.

Tað er løn í sær sjálvum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024