- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein munandi størri avbjóðing at spæla í Íslandi
22-05-2018
Haukar er eitt av toppliðunum í íslendsku kvinnudeildini.
Turið Arge Samuelsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við íslendska felagið Haukar.
Føroyski spælarin, sum telist millum profilarnar hjá Kyndli og er vald til besta vinstra vong í føroysku kappingini í fleiri ár á rað, hevur verið og royndarvant í Íslandi.
Sjálv var hon ikki so væl nøgd við avrikið á vøllinum, men afturmeldingarnar hava kortini verið góðar.
Hetta er eitt stak gott lið, sigur Turið Arge Samulesen.
Spælararnir eru javnt góðir, og intensiteturin er høgur.
Umstøðurnar eru av teimum bestu, og tað tykist sum ein stór familja.
Tað verður uttan iva torført hjá mær í fyrstuni, men eisini ein avbjóðing, og avbjóðingar eru altíð góðar, leggur hon aftrat.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024