Góðan morgun Føroyar

Útskiftingin tekur sína tíð
29-05-2018
Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir.

Antines Iversen og Jógvan Frýdal eru landmálsteknikarar hjá Umhvørvisstovuni.

Morgunsendingin hittir teir Innan Glyvur, har teir í løtuni seta mørk.

- Viðhvørt eru fólk ósamd um útskiftigina, og tá kann tað vera nokkso tíðarkrevjandi at koma á mál, sigur Jógvan Frýdal.

Ofta er kortini nóg mikið at tosa við partarnar, leggur hann aftrat.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni stendur soleiðis um útskifting:

Í 1926 varð viðtikin ein útskiftingarlóg, eftir at Landbokommissionen hevði sett fram uppskot um eina tílíka longu í 1911.

Lógin skuldi bert galda í 5 ár, men hetta varð seinni longt. Núverandi útskiftingarlóg er frá 27. mars 1939.

Hon var upprunaliga bert galdandi fyri útskifting av jørð innangarðs, men í 1950 fekk hon við smærri broytingum og ískoytum eisini gildi fyri útskifting uttangarðs.

Gøtumaðurin Líggjas Húsgarð varð settur sum formaður fyri royndarútskiftingini av Vestmanna í 1927, men málspurningurin førdi til tvídrátt millum hann og myndugleikarnar, og tí blivu tað danskir landinspektørar, ið komu at skipa fyri útskiftingunum í 1930-árunum.

Eftir krígslok varð Líggjas Húsgarð aftur settur sum útskiftingarformaður, og eftir at Matrikulstovan varð sett á stovn í 1948, hava landmálarar á Matrikulstovuni verið formenn (sambært grein 5 í útskiftingarlógini).

Í 2007 varð Matrikulstovan gjørd til part av nýstovnaðu Umhvørvis¬stovuni. Útskiftingin hevur síðani verið fyriskipað av matrikul-deildini á Umhvørvisstovuni, og landmálarar hagani hava verið útskiftingarformenn.
Áðrenn farið verður undir útskifting

Ein útskifting er ein samanlegging av mongu smálutunum, ið eigari eigur kring um í bønum, í størri eindir, og ein upploysing av felagseigindómum. Uttangarðs er talan um uppbýti av høgum, ið meiri hóskandi og kanska einbýttar hagapartar.

Tað krevst, at eigarar og/ella festarar, ið umboða minst 1/10 av markatalinum í bygdini, skrivliga boða frá til sýslumannin, at teir vilja hava útskiftingarmál til viðgerðar á komandi grannastevnu. Ein slík fráboðan skal vera sýslumanninum í hendi í seinasta lagi 1. november, fyri at málið kann koma fyri á grannastevnu, ið vanliga verður hildin í februar mánað.

Um minst ein fjórðingur av markatalinum og minst ein fjórðingur av eigaratalinum atkvøður fyri útskifting á grannastevnuni, er útskiftingin lógliga viðtikin. Annars er málið fallið.

Tá farið verður undir útskifting

Er útskiftingarmál viðtikið á grannastevnu, sendir sýslumaðurin hetta til Búnaðarstovuna, ið kannar eftir, um málið er lógliga viðtikið. Um so er, sendir Búnaðarstovan málið til Føroya landsstýri, ið uppnevnir formannin fyri útskiftingini. Umhvørvis¬stovan fær síðani málið, og skipar hon saman við formanninum fyri praktisku spurningunum í sambandi við útskiftingina, t.d. uppmáling, korttekning og rokniarbeiði.

Gjógv áðrenn útskifting: Tilsamans 2150 stykkir í bønum, harav átti ein eigari 72 stykkir (víst við reyðum)

Hægsti myndugleiki í eini útskifting er útskiftingarnevndin, ið er skipað av formanninum, og tveimum nevndarlimum, ið Sorinskrivarin uppnevnir fyri hvørja útskifting sær.

Høvuðsarbeiðini hjá nevndini eru:

Virðismeting (bonitering) av jørðini

Avgerð í trætumálum um mark, ognarrætt v.m.

Uppskot til útskiftingarplan

Endaligur úrskurður

Umframt hetta skal nevndin eisini viðgera onnur viðurskifti, eitt nú garðsskylda og húsaflyting.

Eigarar, festarar og leigarar fáa høvi til undir útskiftingini at seta fram uppskot ella ynski um, hvussu og hvar teirra jørð skal leggjast.

Útskiftingarnevndin roynir so vítt gjørligt at ganga hesum ynskjum á møti, men hetta er sjálvsagt bert gjørligt í ein vissan mun. sambandi við útskifting hevur kommunan rætt at ognartaka upp til 2 % av veltu og upp til 4 % av óveltu jørðini innangarðs í bygdini.

Kommunalu myndugleikarnir avgera í samráð við útskiftingar-nevndina innan fyri hesar karmar, hvar og hvussu nógv skal leggjast út til t.d. sethúsabygging.

Eisini verður lagt lendi út til nýggjar vegir og til breiðkan av verandi vegum. Soleiðis verða kommunalu ætlanirnar arbeiddar inn í útskiftingarplanin.

Í mun til ognartøku annars er vert at leggja til merkis, at við ognartøku eftir útskiftingarlógini er tað í fyrstu atløgu allur eigindómurin sum so, ið letur lendi, og ikki einstakir eigarar. Eigari kann tó krevja, at tað, ið ognartikið verður ítøkiliga frá honum, verður endurrindað honum, og ikki luttekur í útskiftingini.

Kæra til yvirútskifting

Tá nevndin er liðug við arbeiði sítt, verður tað latið til ákæru. T.v.s. at eigararnir kunnu kæra útskiftingina til yvirútskifting. Í yvirútskiftingarnevndini er sorinskrivarin formaður og harumframt eru fýra nevndarlimir. Úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini er endaligur og kann ikki kærast til hægri rætt.

Útskifting uttangarðs

Sum nevnt frammanfyri gevur útskiftingarlógin nú eisini heimild fyri útskifting uttangarðs.

Mannagongdin er hin sama sum fyri innangarðsútskiftingar. Í lógini verður orðið innmørk býtt um við orðið útmørk. Lýsingarfreistin er tó bert 14 dagar, meðan hon er 3 mánaðir fyri útskifting innangarðs.

Uttangarðsútskifting viðgerð nógv størri víddir enn innangarðsútskifting, og tí verður máliborðsblaðið (stødd 1:20.000) nýtt sum kortgrundarlag.

Er bygdin býtt í hóskandi hagapartar, verður roynt at halda gomlu markini í stóran mun, og verður høvuðsbroytingin tá tann, at hvør eigari verður savnaður í ein hagapart. Í øðrum førum verða størri hagar býttir í smærri partar, eitt nú, tá ið bóndi, ið eigur í felagskapi saman við øðrum, hevur møguleika at fáa einbýttan haga.

Kostnaður

Landskassin rindar lønina hjá útskiftingar¬formanninum. Allar aðrar útreiðslur av útskiftingini verða býttar í helvt millum landskassan og eigararnar. Útskiftingarnevndin ger av, hvussu parturin hjá eigarunum skal býtast millum teir. Við innangarðs¬útskifting verður vanliga býtt eftir boniteringsvirði, og við uttangarðsútskifting eftir markatali.

Útskifting í semju

Taka allir eigarar undir við tí, og gera teir skrivligan sáttmála sínámillum um býti av einum haga, kann hetta fremjast sum útskifting í semju eftir kap. 12 í útskiftingarlógini. Sáttmálin verður tá tinglýstur, og neyðugu rættingarnar gjørdar í matrikulinum.
Útskifting er ikki fyrisiting

Verandi lóggáva á útskiftingarøkinum er væl eldri enn fyrisitingarlógin. Skipanin við útskiftingarnevndum og serligu reglurnar í útskiftingarlógini gera, at útskifting ikki kann roknast sum partur av almennari fyrisiting. Fyrisitingarlógin og lóg um alment innlit eru tí bert í avmarkaðan mun galdandi fyri útskiftingar. Hetta er niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024