- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag er altjóða roykfríur dagur.
Henda dagin heitir Fólkaheilsuráðið á kommunurnar kring landið at hjálpa fólki við at leggja av.
Tað kann gerast við at kynda bál og soleiðis geva roykjarum høvi at blaka sigarettirnar á bálið.
Hetta er ein góður, og ógvuliga ítøkiligur máti, at leggja av, sigur Ólavur Jøkladal, fulltrúi á Fólkaheilsuráðnum.
Ráðið hevur sent bræv til kommunurnar har heitt verður á tær at kynda bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið.
Í Føroyum verður roykt umleið 55 tons av tubbaki um árið. Tað er tubbak fyri einar 120 milliónir krónur.
Ólavur Jøkladal fegnast um, at alsamt færri ung roykja í Føroyum.
Samanlagt roykja eini 22 prosent regluliga. Hetta er nakað hægri enn eitt nú í Danmark. Har er talið 17 prosent.
Gott hevði verið, um vit komu niður á hasi 17 prosentini í ár, leggur Ólavur Jøkladal aftrat.