Góðan morgun Føroyar

Soleiðis sleppur tú undan matoysli
31-05-2018
Keyp ikki meir enn neyðugt og brúka matvørurnar til fulnar. Hesi eru ráðini frá Rannvá L. Beder, kokkur

Tað er altavgerandi, at vit goyma matvørur rætt. Ikki alt, sum skal goymast í køliskápi, og ei heldur allar matvørur, sum kunnu liggja saman í køliskápinum.

Goyma vit matvørur rætt, sleppa vit eisini undan matspillu.

- Eitt, sum fólk ofta hava liggjandi í køliskápinum, eru tomatir. Men í roynd og veru er best at hava tær liggjandi á køksborðinum, tí tær halda sær longri og smakka eisini betur tá, sigur Rannvá Lamhauge Beder, sum er kokkur.

Ein vøra, sum fólk ofta eru noydd at tveita burtru eftir fáar dagar í køliskápinum, er salat. Men her snýr tað seg eisini um at goyma matvøruna rætt.

- Legg salatið í ein posa og klipp eitt lítið hol í annað hornið í posanum. Tað ger, at salatið ikki blívur vátt og keðiligt, og heldur sær tískil longri, sigur Rannvá Lamhauge Beder.

Í morgunsendingini greiddi hon eisini frá, hvussu tað ber til at brúka ymsar matvørur til fulnar, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður tveitt burtur. Eitt nú brúkar hon skalið av leyki til at gera buljong.

- Tá eg brúki leyk í matgerð, frysti eg alt skalið niður í einum posa. Tað sama geri eg við eitt nú stelkin á brokkoli. Tað er fínt at brúka sum grønmetisbuljong til onkrar ávísar rættir, ella tá tú skalt gera súpan, sigur Rannvá Lamhauge Beder.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024