Góðan morgun Føroyar

Metstór luttøka til Tórshavn Maraton
31-05-2018
Yvir 600 rennarar hava boðað frá luttøku til maraton sunnudagin, og tað er met

Sunnudagin fara yvir 600 rennarar at luttaka í Atlantic Airways Tórshavn Maraton.

Hetta er 16. ferð, at renningin er á skránni, og luttakaratalið hevur øll árini verið støðugt vaksandi.

Og ikki bert føroyingar luttaka í árligu renningini.

- Vit hava rennarar úr umleið 28 ymiskum londum, og tað tykist, sum at áhugin hjá útlendingum at luttaka í maraton í Føroyum gerst bara strri og størri fyri hvørt ár, sigur Herluf Jacobsen frá rennifelagnum Bragdið.

Í løtuni ber til hjá tilsamans 750 rennarum at vera við.

- Vit hava sett hetta markið, soleiðis at vit eisini sjálvi kunnu fylgja við og veita rennarunum ta tænastuna, sum teir vænta til eitt slíkt tiltak. Hóast áhugin er ógvuliga stórur, so velja vit at vaksa um tiltaki í smáum, sigur Ann Thomsen frá Bragdinum.

Tað er sunnudagin 3. juni at Tórshavn Maraton er, og av tí sama eru ávísir vegir stongdir sunnudagin seinnapart.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024