Góðan morgun Føroyar

- Vit hava tað sum greivar umborð
04-06-2018
Nógv er gjørt við sluppina Johonnu seinastu árini, sigur skiparin, ið sigur tað vera eina frægd at sigla við sluppuni

Týsdagin í síðstu viku fór Jóhanna av Vági við kós ímóti St. Kilda í Skotlandi.

Ferðin gekk væl, men nógvur vindur var einu náttina. Tað bleiv heldur ófantaligt eina løtu, sigur skiparin, Hans í Líðini.

- Vit hava vitjað flestu plássini í Skotlandi, sigur skiparin, og nú var stundin komin at vitja St. Kilda.

Søgan er áhugaverd. Fólk, sum búði á staðnum, vórðu tvangsflutt í 1930unum. Tey livdu ov isolerað, og tí var innanøring.

Og eisini er áhugavert, at seyðurin sigst vera tann sami, sum var í Dímun, áðrenn tað var avtikið.

17 mans eru við á ferðini, og allir ganga vakt.

- Vit hava tað sum greivar, sigur skiparin. Harmonikan er við, og tað verður dúgliga sungið umborð.

Sluppin er bygd í 1884 í Suðuronglandi, og tað ger eisini, at áhugin at síggja sluppina er stórur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024