Góðan morgun Føroyar

Kroppurin er moyrur aftan á maraton
04-06-2018
- Tað var hart, men ein fantastisk uppliving, siga Sølvar Michelsen og Sverri Steinhólm, sum í gjár runnu sítt fyrsta maraton

Útvið 700 fólk luttóku í Tórshavn Maraton í góðveðrinum í gjár.

Milum teirra vóru eisini fleiri, ið runnu maraton fyri fyrstu ferð - eitt nú Sølvar Michelsen og Sverri Steinhólm.

- Tað var ein fantastisk uppliving. Veðrið var gott og stemningurin tað sama, sigur Sølvar Michelsen, sum hevur vant miðvíst seinastu nógvu mánaðirnar í sambandi við maratonrenningina sunnudagin.

- Við góðari hjálp og renniætlanini frá Herlufi Jacobsen úr Bragdinum kláraði eg at renna teinin, sigur Sølvar Jacobsen.

Fyri Sverra Steinhólm, sum er prestur, hevur verið sindur øðvísi við venjingini.

- Arbeiðsdagurin er rættiliga ymiskur og kann gerast drúgvur, so tí havi eg bara runnið, tá tað hevur passað mær. Sum oftast seint um kvøldið, og tað kemur meir enn so fyri, at eg renni á midnátt, sigur Sverri Steinhólm.

Í morgunsendingini greiddu teir báðir frá maratonupplivingini og renning sum heild.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024