Góðan morgun Føroyar

Ein avbjóðing fyri pensjónistar
07-06-2018
-Tað er ein trupulleiki hjá pensjónistum, at almennir stovnar og fyritøkur bert samskifta á netinum, sigur forkvinnan í Landsfelag pensjónista

Tað gerst alsamt meira vanligt, at alt samskifti millum borgarar og stovnar ella fyritøkur fer fram á netinum.

Tað vil siga, at heldur enn at fáa eitt vanligt bræv í postkassan við einum boðum frá onkrum stovni, so verða boðini send á netinum eitt nú í einum telduposti.

Og júst tað, at ein so stórur partur av slíkum samskifti í dag fer fram á netinum, tað er ein avbjóðing fyri pensjónistarnar í Føroyum.

Tað sigur Beate L. Samuelsen, sum er forkvinna í Landsfelag pensjónista.

- Nógv hava onga teldu, og hava tey teldu, tora tey ikki at brúka hana. Og tey eru rættiliga eym um tey tingini, tey vita og eiga, og tey ynskja ikki, at onnur fólk skulu kunna koma inn á teirra privata økið, sigur Beata L. Samuelsen.

Sambært henni hevur elektroniskt samskifti stóra ávirkan á eldra ættarliðið:

- Tað ger, at tey føla seg uttanfyri, og tey fáa ikki fylgt við í sínum persónligu viðurskiftum, sigur Beate L. Samuelsen.

Í morgunsendingini fortaldi hon, hví tað er ein avbjóðing fyri fleiri pensjónistar, at alsamt fleiri fyritøkur og stovnar samskifta á netinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina
24-05-2024
Veðrið, heilsuverkið, Taylor Swift, diamantbrúdleyp
23-05-2024
OL rógving, veðrið, føroyingar og Russland, verkfall, børn, ung og rúsdrekka
22-05-2024
Hoyr alla sendingina
21-05-2024
Spurningar, ið verða viðgjørdir á Íróttatinginum, eru eitt nú hví fleiri gentur enn dreingir gevast at venja í tannárunum
21-05-2024
Veðrið, kapping, Glymur, bygdarsavn í Kvívík
17-05-2024
Veðrið, dagstovnar, fuglasending, skúla OL
16-05-2024
Veðrið, svimjihøllin og kommunulæknin um ovurviðkvæmi
15-05-2024
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024