- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í apríl mánaði heitti Mentamálaráðið á allar dagstovnar og dagrøktir um at koma við uppskotum til Barnasangbók Føroya. Ein sangbók, sum allir nýføðingar fáa latið í vøggugávu frá landinum.
Nógv sanguppskot komu inn, men nú sleppur almenningurin eisini upp í part.
- Fyri at fáa eina so fjøltáttaða og spennandi bók sum gjørligt vilja vit nú lata almenningin sleppa at siga okkum, hvørjir barnasangir eru vælumtóktir heima, sigur Eydna Skaale, sum er samskipari av sangbókini.
Men tað er um at bera skjótt at, tí um eina viku verða øll tey innkomnu uppskotini givin nevndini, sum síðani velur út.
Pláss eru fyri tilsamans 100 sangum í Barnasangbók Føroya, og eftir ætlan verður fyrsta bókin latin einum nýðføðingi einaferð til heystar.
Til ber at geva títt boð upp á ein góðan barnasang, sum skal vera í bókini, við at fara á síðuna Banasangbók Føroya á Facebook. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 18. juni.