Góðan morgun Føroyar

Týska Merle stórtrívist í Føroyum
12-06-2018
- Yndismaturin er blivin blóðpannukøkur, sigur Merle Rupprecht, sum seinasta árið hevur verið AFS-næmingur í Føroyum

- Hetta hevur verið mega gott. Eg havi upplivað jarðarferð, brúdleyp, konfirmatión, barnadóp og nógv afturat.

Soleiðis sigur Merle Rupprecht úr Týsklandi, sum í skjótt eitt ár hevur verið skiftisnæmingur í Føroyum.

Hetta seinasta árið hava fimm ung fólk úr Týsklandi, Polen, Spania og Frankaríki búð sum skiftisnæmingar í Føroyum.

Um fáar vikur er hetta árið í Føroyum hjá eini føroyskari familju komið at enda. Eitt ár við eini rúgvu av upplivingum.

- Eg havi sjálvandi fingið vinfólk, havi lært meg føroyskt og ja, fingið upplivingar fyri lívið, sigur Merle Rupprecht, sum veruliga hevur trivist væl í Føroyum.

- Mær dámar væl tann føroyska matin, og yndismaturin er blivin blóðpannukøkur, sigur Merle Rupprecht, ið hevur búð hjá Katrini Patursson og hennara húski.

- Vit hava fingið ómetaliga nógv burturúr við at hava havt ein fremmandan persón búgvandi inni hjá okkum. Vit eru komnar so tætt hvørji aðrari, at eg í dag haldi meg eiga hana, sigur Katrin Patursson.

Í morgunsendingini fortaldu tær báðar um AFS og hvussu hetta árið, Merle hevur búð í Føroyum, hevur verið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024