Góðan morgun Føroyar

Sámal er sloppin inn í Mensa
14-06-2018
- At fara til upptøkuroyndina var bara ein stuttlig avbjóðing, sigur Sámal Kristiansson, sum er so klókur, at hann er blivin limur í Mensa

- Eg var á netinum og kundi taka eina Mensa-roynd til stuttleika. Tað gekk ordiliga væl, og so sá eg tilvildarliga á heimasíðuni hjá Mensa, at tey høvdu eina roynd í Havn, so eg hugsaði, at eg skuldi royna at vita, hvat hetta var fyri nakað.

Soleiðis sigur 23 ára gamli Sámal Kristiansson úr Hoyvík.

Tann 3.mai var hann til upptøkuroynd hjá Mensa-felagsskapinum. Ein felagsskapur ætlaður fólkum við høgum intelligensi.

Sámal Kristiansson var tann einasti til hesa upptøkuroyndina, sum fór fram í Føroyum, og hann stóð royndina.

- Eg skuldi avlesa ymsar linjur og ymisk skap, og mær dámar væl støddfrøði, so tað fall mær hampiliga lætt, sigur Sámal Kristiansson.

Herfyri fekk hann sendandi pappírið, sum sigur, at hann er so mikið klókur, at hann kann vera limur í Mensa.

- Pappírið kann ikki brúkast til nakað serligt, men mann kann so melda seg til Mensa felagsskapin, og har er alt møguligt. Tey skipa fyri ymiskum kvøldum og so framvegis, men her í Føroyum eru ikki so nógvir limir, so har hendir ikki tað stóra, sigur Sámal Kristiansson.

Í morgunsendignini fortaldi hann frá hesi serligu upptøkuroyndini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024