- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Í dag livir eingin av bátasmíði
19-09-2018
Framsýning av bátatekningum og framløga verður í bygdarhúsinum við Gjógv í kvøld, mikukvøld, klokkan 19
Andrass Joensen, báta- og skipasmiður, harmast um, at bátasmíð ikki longur er á tímatalvuni á tekniska skúla.
Eftirspurningurin eftir føroyska bátinum er nógv minkaður, og nú livir hann bara á mentanarligum og ikki handilsligum grundarlagi.
Tað er spell, tí føroyski báturin er størsta listaverk, vit eiga, sigur Andrass Joensen.
Í kvøld verður framsýning av bátatekningum, sum bátasmiðurin av Húsum hevur gjørt.
Harumframt verður framløga um tað søguliga um hesar bátar og um bátasmiðirnar, ið gjørdu bátarnar.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024