Góðan morgun Føroyar

Føroyingar lata hár til sjúk
24-09-2018
Fríðgerð Joensen savnar hár, ið verður brúkt til at hjálpa fólki, sum vegna sjúku mugu brúka parúkk

Í farnu viku blivu 5,4 kilo av føroyskum hári send úr Føroyum til Danmarkar.

Har verður hárið brúkt til at gera parúkkar við. Parúkkar, sum eru ætlaðir fólkum, ið hava mist sítt egna hár í sambandi við sjúku.

- Hetta er tann størsta nøgdin av hári, vit nakrantíð hava samlað, sigur Fríðgerð Joensen.

Hon eigur og rekur hárfríðkanarstovuna Salong Fríðgerð. Seinastu fýra árini hevur hon fingið hár frá føroyingum, sum vilja hjálpa teimum, sum orsakað av sjúku, hava mist hárið.

- Tað eru børn, kvinnur og menn, sum vilja lata longu lokkarnar til eitt vælgerandi endamál. Fleiri hava tó í felag, at tey kenna onkran, sum hevur mist hárið av eitt nú krabbameinsviðgerð. Til dømis var tað ein drongur í Klaksvík, sum valdi at lata hár, tí mamma hansara hevði mist alt hárið, eftir at hon hevði verið í kemoviðgerð, fortelur Fríðgerð Joensen.

Í morgunsendingini fortaldi Fríðgerð Joensen um hugskotið at savna hár, sum síðani verður brúkt til parúkkar ætlaðum teimum, ið hava verið ella eru rakt av sjúku og hava mist alt hárið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024