Góðan morgun Føroyar

Eline vildi hava unga kroppin aftur
04-10-2018
- Skurðviðgerðirnar eru súmbol upp á eina nýggja byrjan, sigur Eline Hammer, sum hevur fingið feittsúgving og skurðviðgjørt búk og bróst

Tað er nógv uppi í tíðini, at kvinnur skulu vera glaðar fyri tann kroppin, tær nú einaferð hava. Eisini hóast kroppurin ber brá av at kvinnan hevur verið við barn - kanska í fleiri umførum.

Eitt nú eru tað fleiri kvinnur serliga í londunum rundan um okkum men eisini í Føroyum, sum við myndum og teksti á netinum varpa ljós á, hvussu ein natúrligur mammukroppur sær út.

Hóast tað, so valdi 26 ára gamla Eline Hammer úr havn fyri minni enn trimum mánaðum síðani at fáa fleiri skurðviðgerðir, soleiðis at hon fekk tann kroppin aftur, sum hon hevði, áðrenn hon fekk tvey børn.

- Skurðviðgerðirnar eru súmbol upp á eina nýggja byrjan. Eftir at eg og maðurin vóru farin hvør til sítt, fór eg undir at venja miðvíst og eta sunt, og tað gekk eisini væl, tí eg lætnaði eini 30 kilo, greiðir Eline Hammer frá og heldur fram:

- Men búkurin var ov leystur og stórur, og bróstini vóru so at siga púra tóm. Alt hetta órógvaði og var irriterandi, tá eg skuldi venja, sigur Eline Hammer.

Í morgunsendingini greiddi Eline Hammer frá, hvussu skurðviðgerðirnar í Litava fóru fram, og hvønn týdning tær hava havt fyri hana.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024