Góðan morgun Føroyar

Lena syngur um longsul og sakn á nýggjum sangi
05-10-2018
Í sambandi við To Be With You Again verða fýra konsertir í Danmark

Fyrr í ár fór Lena Anderssen til Los Angeles at taka upp sína næstu útgávu.

Sangurin To Be With You Again var í bruttohópinum, men onkursvegna riggaði hann ikki inn í heildina á útgávuni og var tí lagdur til síðis fyribils.

Men To Be With You Again sat framvegis í kroppinum.

Tí tók Lena eina viku úr kalendaranum í summar og tók sangin upp saman við Niclasi Johannesen.

Og í dag kemur sangurin út.

Geoff Emerick, sum arbeiddi saman við the Beatles á Revolver, Sgt Pepper og Abbey Road - umframt fleiri øðrum kendum tónleikarum, hevur verið tøkningur hjá Lenu á komandi útgávuni.

Fyri fáum døgum síðani bórust tíðindini um, at Geoff Emerick var deyður, 72 ára gamal.

Hetta var skelkandi at frætta, sigur Lena.

Hann var fantastiskur at arbeiða saman við, og hann dugdi lurta intuitivt. Hann var róligur og gjørdi, at alt órógv í studionum hvarv.

Geoff Emerick hevur longu sett síni fingramerki í útgávuna.

Nú verður avbjóðingin hjá okkum, at gera restina í hansara anda, sigur Lena.

Næsta fløgan kemur ætlandi á marknaðin í vár.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024