- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg sá á eygunum á eldru beiggjunum, at støðan var álvarslig. Men tað er ikki fyrr enn nú, har eg eri blivin eldri, at eg eri farin at hugsa um, hvussu galið tað kundi gingið.
Orðini eigur John Myllhamar, sum var fyri eini ógvusligari hending á sjónum í 1970.
Nú tað er minningardagur teirra sjólætnu, hyggur hann aftur á fleiri upplivingar á sjónum, sum hava verið alt annað enn vandaleysar. Men serliga hendingin í 1970 stendur føst í minninum.
- Av útróðri eystur úr Skálhøvda við seksáringinum Havørnini, var brim í Skálavík, tá ið vit komu aftur. Ringast var, at eitt ella annað var komið fyri skrúvuna, so at hon bognaði og fór at banka í stevnið. Tað var sera óslætt í sjónum, vit royndu at sigla norður um rivið á Hvalnesi, men tað gekk seint, pumpurnar gingu fyri, og vit máttu oysa við pøs. Eftir drúgva tíð komu vit umsíður norður um rivið, tá brotnaði skrúvan, men tá var slættari, og vit fingu siglt við seglum til Skopunar. Hevði skrúvan brotnað nakrar minuttir fyrr, so komu við ikki aftur í aftur, tí vit fingu ikki givið boð frá okkum, og tað var heldur ikki veður at koma okkum til hjálpar. Vit høvdu tá onga motorkraft havt og høvdu tí rikið inn í brimið, fortelur John Myllhamar.
Í morgunsendingini greiddi John Myllhamar eisini frá tveimum øðrum vandaferðum á sjónum - ein túrur við Norrønu úr Bergen til Føroya, og tá teir vóru á veg inn á Reykjavík við Peturi á Gørðunum, tá teir sigldu á eina grynnu og sluppu ikki av aftur.
Tilvildarlig mynd