Góðan morgun Føroyar

Sálarligt innlit størri týdning enn stórir vøddar
06-11-2018
Nú skulu krøv setast til, hvør kann vera duravørður í skeinkistøðum og dansistøðum í Føroyum

At duga at lesa eina støðu og fyribyrgja rokinum, áðrenn tað tekur tekur seg upp, er millum fremstu dygdir ein duravørður skal hava.

Tað sigur Terji Nielsen, sum í mong ár starvaðist sum duravørður. Flestu árini í Club 20.

Morgunsendingin hittir Terja Nielsen í Klubbagarðinum.

Samrøðan verður gjørd við inngongdina til tað, sum í dag eitur Luux, men sum fyrr hevur havt mong onnur nøvn. Eitt nú Hølið, Tiffany, Berlin Rock Palace, Garðurin, Deep, Eclipse og ikki minst Club 20, sum var navnið í fleiri ár.

Terji Nielsen heldur tað vera skilagott, at krøv verða sett til duravørðar. Til dømis krøv um at duga fyrstuhjálp og hava tikið brandskeið.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar, at krøv skulu setast  duravørðum.

Hetta verður gjørt við einum uppskoti, hann hevur lagt fyri Løgtingið, um virksemið hjá matstovum og skeinkistøðum.

Duravørðar hava við full fólk at gera, og tað kann seta ávísar treytir til teir.

Løgreglan hevur tískil biðið politiska myndugleikan umhugsa, um at tað ikki skal vera ein treyt fyri at fáa skeinkiloyvið, at duravørðar lúka ávís krøv.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024