Góðan morgun Føroyar

Trump kann vikna í dag
06-11-2018
Sitandi forsetin missir søguliga sæð ofta undirtøku við eitt miðskeiðisval, sigur Tóri Højgaard

Í dag fara amerikanarar á miðskeiðisval.

Hetta valið er mitt í embætisskeiðnum hjá sitandi forsetanum, og upp á spæl eru 33 sessir í senatinum og 435 sessir til umboðsmannatingið.

Valluttøkan plagar at vera lág til miðskeiðisval, men hesaferð verður ivaleyst annarleiðis.

- Valluttøkan verður væntandi væl hægri í dag, tí Trump er umstrýddur, og tað, at hann bleiv valdur, kom óvart á nógv fók, sigur Tóri Højgaard, sum er løgfrøðingur og hevur stóran áhuga fyri amerikonskum politikki.

Evnini, sum eru frammi í sambandi við valið, eru serliga tilflyting og heilsuverkið.

- Men mann kann siga, at til hetta miðskeiðisvalið hava republikanararnir sett sjóneykuna á búðskapin, meðan demokratarnir hava tosað nógv um fáa Trump fyri ein ríkisrætt, sigur Tóri Højgaard.

Í morgunsendingini greiddi Tóri Højgaard frá um miðskeiðisvalið, hvat tað er, og hvønn týdning tað kann fáa fyri sitandi forsetan.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024