- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag fara amerikanarar á miðskeiðisval.
Hetta valið er mitt í embætisskeiðnum hjá sitandi forsetanum, og upp á spæl eru 33 sessir í senatinum og 435 sessir til umboðsmannatingið.
Valluttøkan plagar at vera lág til miðskeiðisval, men hesaferð verður ivaleyst annarleiðis.
- Valluttøkan verður væntandi væl hægri í dag, tí Trump er umstrýddur, og tað, at hann bleiv valdur, kom óvart á nógv fók, sigur Tóri Højgaard, sum er løgfrøðingur og hevur stóran áhuga fyri amerikonskum politikki.
Evnini, sum eru frammi í sambandi við valið, eru serliga tilflyting og heilsuverkið.
- Men mann kann siga, at til hetta miðskeiðisvalið hava republikanararnir sett sjóneykuna á búðskapin, meðan demokratarnir hava tosað nógv um fáa Trump fyri ein ríkisrætt, sigur Tóri Højgaard.
Í morgunsendingini greiddi Tóri Højgaard frá um miðskeiðisvalið, hvat tað er, og hvønn týdning tað kann fáa fyri sitandi forsetan.