Góðan morgun Føroyar

Nú verður Eyðansstovuskipið tíðarfest
08-11-2018
Tað hevur týdning fyri sandavágssøgu, at vit fáa meiri at vita um skipið, sigur Helgi Michelsen, fornfrøðingur.

Í fornum tíðum rendi eitt útlendskt skip á land á Sandavágssandi.

Staðurin hevur síðani fingið navnið Eyðunsurð, tí hildið verður, at høvuðsmaðurin umborð æt Eyðun.

Viðhvørt, tá streymurin er harður, kemur skipsvrakið undan.

Partar av vrakinum eru í varðveitslu á Tjóðsavninum, meðan aðrar partar hava fólk tikið, ivaleyst stutt eftir, at skipið rendi á land.

Morgunsendingin skiftir orð við Helga Michelsen, forfrøðing, um áhugaverda skipið.

Tveir serfrøðingar, Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiðir á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, og Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og í løtuni ger eina Ph.d í Íslandi, eru komnir til Føroyar at kanna forna skipsvrakið nærri.

Teir taka petti av vraklutunum og senda teir til Danmarkar til nærri kanningar.

Gongst sum ætlað verður skipið tíðarfest um nakrar vikur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, verkfall og skógvar til føroysk klæðir
14-05-2024
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024