- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Koma tætt upp á sjúk og avvarðandi
15-11-2018
Á B6 á Landssjúkrahúsinum hava tey eina palliativa eind, sum er ætlað kroniskt sjúkum og doyggjandi
- Tað er eitt privilegium at kunna linna um hjá so álvarsliga sjúkum fólki og at kunna vera ein síðuspælari á leiðini hjá teimum.
Soleiðis lýsir Anna Kristina Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, sína arbeiðsuppgávu á palliativu eindini á B6 deildini. Anna Kristina Joensen er serútbúgvin í krabbameinssjúkrarøkt og hevur arbeitt á deildini í 11 ár.
Hon sigur eisini, at tað tekur tíð at læra seg at heingja kittulin eftir á deildini, tá man fer til hús um dagarnar.
Í kvøld eftir Dag og viku kemur dokumentarurin Tað er nú vit liva, sum Dagmar Joensen Næs og Jónfinn Stenberg hava gjørt. Í sendingini fylgja vit tveimum fólkum, sum eru sjúk av krabbameini, og sum hava tætt samband við B6 á Landssjúkrahúsinum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024