- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Man situr eftir við løgnari kenslu eftir at hava upplivað dagin í gjár. Hetta var ikki akkurát tað, vit høvdu ætlað. Soleiðis sigur Henrik Thomsen, formaður í TB.
Í gjárkvøldið hittust partarnir í felagsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn enn einaferð fyri at avgera framtíðina hjá felagsliðnum. Eftir fundin í gjárkvøldið er greitt, at samstarvið er steðgað.
Formaðurin í TB slær fast, at TB var sinnað at samstarva víðari, men eina samanlegging eru teir ikki klárir til.
- FC Suðuroy hevði stungið út í kortið, at nú skuldi tað vera samanlegging, og alt skuldi blíva broytt her suðri við fótbóltinum. Vit vóru ikki ordiliga klárir til at fara í eina samanlegging enn. Samstarvið dámdi okkum væl, og tað riggaði væl, sigur Henrik Thomsen.
Tað eru fleiri orsøkir til, at tíðin ikki er búgvin til eina samanlegging, sambært formanninum í TB.
- Tað hevur nakað við pengar at gera og hevur eisini nakað við kenslur at gera. Eg haldi sjálvur, at vágbingar eru fínir til nógv ting. Teir hava stórar visjónir og tankar um fótbóltin her suðri. Teir skjóta sjálvir upp, at nú skal alt vera eitt felag og eitt lið, men tað eina liðið skal hava tveir heimavallir at spæla á, og tað dugi eg ikki at skilja, sigur Henrik Thomsen.
Í morgunsendingini greiddi hann frá fundinum og framtíðini hjá fótbóltinum í Suðuroy. Hoyr samrøðuna omanfyri.