Góðan morgun Føroyar

Arbeiðsfólkið kennir seg ótrygt
26-11-2018
- Tað kennist ótrygt, tá bilar koma koyrandi við nógvari ferð, meðan vit arbeiða, tí tunnilin er jú stongdur fyri ferðslu, sigur Hanus Stórhamar

Vágatunnilin hevur verið stongdur um náttina í skjótt ein mánað, tí arbeitt verður við at skifta ljósskipanina í tunlinum.

Fyri ikki at órógva ferðsluna so nógv, verður tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan seks á morgni. Ferðslan verður leidd í gjøgnum tunnilin klokkan 23, midnátt, 2 og 4.

Men tað hevur víst seg, at ikki allir bilførarar virða bummin og reyðu blunkljósini og koyra tí ígjøgnum tunnilin, hóast hann er stongdur.

- Tað er hvørt kvøld, at nakrir bilførarar koyra ígjøgnum og ikki halda seg til ásettu tíðrnar, tá ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin. Teir koyra skjótt og ófantaligt, og tað skapar ótta hjá arbeiðsfólkinum, sum millum annað eru uppi í lyftum og arbeiða, sigur Hanus Stórhamar, sum er arbeiðsformaður hjá LM-Electric, ið ger arbeiðið í tunnlinum.

- Tað órógvar, at bilar koyra, tá vit ikki vænta tað, og vit mugu ansa eftir allatíðina. Av og á kenna vit okkum ótryggar, sigur Hanus Stórhamar, og vísir á, at arbeiðsmenninir hava boðað P/F Vágatunnlinum frá, at bilførarar ikki halda seg til ásettu tíðrnar, tá loyvt er at koyra gjøgnum tunnilin.

Tí hevur tunnilsfelagið sent út skriv, har heitt verður á bilførarar um at virða ásettu tíðrnar, tá loyvt er at koyra. Sambært skrivinum kunnu tey, ið koyra, hóast tunnilin er stongdur, vænta at blíva meldað til løgregluna.

- Vit hava ikki meldað nakran enn, men vit mugu taka tað í álvara, at ikki allir bilførarar halda seg til ásettu tíðirnar, tá loyvt er at koyra. Tí vilja vit nú ávara fólk um, at tað er alneyðugt at tey bara koyra, tá ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin, sigur Uni Danielsen, stjóri í P/F Vágatunnlinum.

Arbeiðið at skifta ljósskipanina í Vágatunlinum verður væntandi liðugt í februar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024