Góðan morgun Føroyar

Jenis fær javnan boð frá Gudi
28-11-2018
- Boð frá Gudi og grøðing eru ein púra natúrligur partur av mínum gerandisdegi, sigur Jenis av Rana

- Eg kenni brádliga á mær, at Gud vil siga mær okkurt, og so fylgi eg hansara boðum. Eisini hóast eg eri eitt nú til ein almennan døgurða ella okkurt tílíkt.

Orðini eigur kommunulæknin og politikarin, Jenis av Rana.

Í nýggju bókini, Thi kendes for ret, skrivar hann um persónligar hendingar og upplivingar, ið allar hava tað í felag, at tað andaliga spælir ein týðandi leiklut.

Eitt nú lýsir Jenis av Rana í bókini ta náttina, tá krabbameinsrakta kona hasara fyri seks árum síðani bleiv grødd av Gudi á baðiverilsinum.

- Hon var so ómetaliga illa fyri, men knappliga kendi hon seg næstan fríska. Og líka síðani hasa náttina, hevur hon verið frísk, sigur Jenis av Rana, sum ikki ivast í, hvat tað var ,sum hendi:

- Vit eru sannførd um, at hon bleiv grødd av Gudi. Fólk høvdu biðið fyri henni, og eg trúgvi ikki uppá, at tað bara var av tilvild, at hon bleiv frísk hasa náttina, sigur Jenis av Rana.

Í morgunsendingini greiddi Jenis av Rana frá bókini og teimum minniligu, andaligu upplivingunum, hann hevur havt.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024