Góðan morgun Føroyar

Toppsvimjari við gikt og astmu
30-11-2018
Róland Toftum er ein av okkara fremstu svimjarum, og hóast hann kappast í móti teimum bestu, er hansara harðasta mótstøða giktasjúka og astma

20 ára gamli Róland Toftum úr Vági hevur stríðst við sjúkur, síðani hann var barn. Men øll árini hevur hann hildið fast við svimjingina. 

Undan FM á langgeil í mai í ár, varð hann innlagdur í átta dagar við herviligum astma-herðindi. Hann varð útskrivaður mánadag, og fríggjadag stóð hann á kavingarskamlinum í Pálshøll tilreiðar at kappast móti hinum. 

- Svimjingin hevur bara gjørt mær væl, sigur kappsvimjarin, og mamma hansara, Yvonna Toftum, er samd. 

Hóast Yvonna Toftum mangan hevur talað at og biðið Róland tikið tað róligt, hevur tað ikki gjørt mun, tí Róland er ein treiskur kappsvimjari, sum vil halda fast. 

- Eg veit, hvat liggur fyri framman hjá mær, og tí má eg venja hart, sigur hann. 

Sum 9-10 ára gamal varð Róland raktur av astmu, og bert fýra ár seinni varð staðfest, at hann hevur giktsjúkuna, Morbus bectherew.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024