- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hósdagin komandi verður stórfingin konsert í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, har bert tónleikur hjá Johann Sebastian Bach verður at hoyra.
Hugskotið er komið frá Londonkirkjuni, St-Martin-in-the-Fields, har tey á hvørjum ári hava "Bach in Candlelight."
Ein av stigtakarunum, Johan Mortensen sigur, at kirkjan í Kirkjubø og umhvørvið annars við Múrinum og Roykstovuni, er sera vælhóskandi til júst hetta tiltak.
Tey, ið spæla og syngja í ár, eru Birita Poulsen, sang, Ólavur Jakobsen, gittar og frásøgufólk, Jón Festirstein og Monika Stauss, violin, Jona Jacobsen, viola og Jens Chr. Guttesen, sello.
Konsertin byrjar klokkan 19.30.
Í útvarpsstovuni í morgun sang Birita Poulsen "Eg standi tíni krubbu hjá," sum Hans Andrias Djurhuus hevur týtt til føroyskt. Guitarfylgispælið hevur Ólavur Jakobsen.