- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tíggjunda Myndaódnin í Steinprenti lat upp 7. desember. Framsýningin Myndaódnin er eitt slag at listarligum yvirliti yvir árið, ið fór í Steinprenti. Men í ár eru fleiri verk gjørd beinleiðis til framsýningina og tey flestu av verkjunum eru gjørd seinasta mánaðin.
Og framsýningin er fjølbroytt, og gevur støðumynd av samtíðarlistarliga virkseminum hjá fleiri av okkara dugnaligastu listafólkum, heldur Dagmar Malenu Winther, sum vit vitjaðu framsýningina saman við í gjar. Nógv virksemi hevur verið í Steinprenti í ár, og listafólkini arbeiða áhladandi við nýggjum teknikkum, og tað er sera mennandi og gevur íblástur, heldur Jan Andersen, leiðara í Steinprenti.
Tað er Kinna Poulsen sum hevur kuratera framsýningina, sum hevur verk eru eftir bæði føroyskum og útlendskum listafólkum. Tey eru: Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev.
Framsýningin er opin til 19.januar 2019.