Góðan morgun Føroyar

Musikkskúli, tónlistarskúli ella...?
12-12-2018
70 uppskot eru higartil komin inn til navna- og búmerkjakappingina til nýggja musikskúlan í Havn, og byggjaríið gongur eftir ætlan.

Upprunaliga varð freistin at lata inn uppskot til navna- og búmerkjakapping tilnýggja musikkskúlan í Havn klokkan 12 í dag, men kommunan hevur valt at úseta freistina tveir dagar, so møguleiki er framvegis at lata uppskot inn. Men í morgun vóru 70 uppskot um nýtt navn ella búmerki komin inn.
Kommunan hevur sett í verk kappingina, fyri at fáa íblástur til, hvørt navnið hjá Tórshavnar Musikkskúla skal broytast. Kommunan hevur tó tryggja sær, at navnið ikki nýtist at broytast.


Kjak hevur eisini verið um, hvørt orðið musikkur ella tónleikur er mest hóskandi og sigandi, og tað hava fólk ymsar áskoðanir um. Eisini Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráði, Andrea Heindriksdóttir, leiðari á Tórshavnar Musikkskúla og Sigurð Vang, deildarleiðari á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu.


Núggi musikkskúlin verður umleið 2600 m2. Stóra konserthøllin kann hýsa stórum framførslum við upp til 320 áskoðarum, og upp móti 800 næmingar verða knýttir at skúlanum. Eftir ætlan skal skúlin verða liðugur á sumri 2019, og er mettur at kosta 96,5 mio.kr. Og sambært Gunvør Balle heldur bæði kostnaðar- og tíðarætlan.


Verðandi hølir hjá Musikkskúlanum eru ikki nøktandi, og Andrea Heindriksdóttir er sera glað um nýggju karmarnarn. Honvísur á, nýggju, flottu karmarnar hava við sær nýggjar møguleikar.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024