- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Sangurin snýr seg um at finna frið og koma burtur frá meldrinum. Sangurin er aktuellur til allar tíðir. Kanska serliga í dag. Tað sigur Martin Joensen, tá hann verður spurdur um at lýsa sangin.
Sangurin varð útgivin á plátuni hjá Vestmonnum í 1983. Martin Joensen eigur orð og lag.
Ró
1. Sólskinstøgn yvir okkum nú, luftin fevnandi mjúk, einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt.
Niðurlag: Jørðin okkara, himinin við døggváta grasið lær, áin lokkar og teskas um frið alla tíð verð hjá mær.
2. Sirmið sorgblíða silkibleytt svalir rodnandi húð, signað vit og av gleði mett, aldri var heimur so sannur sum nú.
3. Dagmett sól søkir niðublund, klokkan bíðandi slár, skýmingstrøll seta friðarfund, hoydi tú hamranna suðandi svar?
4. Máni, vøkuljós ver í nátt, mjørki dýna ver tú, stíga vit so um dreymagátt, gandaði heimur, verð altíð sum nú.
5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil, sov tær megi í nátt. Vøkumaðurin verja vil, teskar í tøgnini : “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”