Góðan morgun Føroyar

Nýggjur dokumentarur um MTV-stríðið í Havn
21-12-2018
Ungdómsuppreisturin í Havn móti býráðsavgerðini at sløkkja fyri MTV í 1995 er evnið í nýggjum dokumentari, sum verður sendur í útvarpinum eftir jól.

Annan og triðja jóladag sendir útvarpið dokumentarrøðina, Út við BBC - inn við MTV.

Báðar sendingarnar snúgva seg um stríðið, ið tók seg upp 1. juli 1995, tá býráðið sløkti fyri MTV á Rás Tórshavn.

Harvið lat einasta vindeygað hjá ungdóminum í Havn aftur.

Tað endaði við, at ungdómurin í Havn gjørdi bart og gekk mótmælisgongu oman í býráðssalin.

Finnur Koba, sum hevur lagt sendingarnar til rættis, greiðir frá.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024