- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í dag byrjar EM-kapping í flogbólti fyri U16 landslið hjá gentum.
Hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping.
Somuleiðis er hetta størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað.
Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.
Liðini eru býtt í tveir bólkar. Føroyar eru í bólki við Danmark og Írlandi. Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.
Føroyar spæla tveir dystir í dag, fríggjadagin.
Klokkan 15 ímóti Írland og klokkan kl. 19.30 ímóti Danmark.
Magnus Tausen vónar, at nógvar áskoðarar koma í høllini á Hálsi at hyggja.
Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.
Stroymt verður beinleiðs her.