Góðan morgun Føroyar

Eirik Suni veittrar Gjáargarði farvæl
07-01-2019
- Í ár fái eg eina vanliga summarfrí fyri fyrstu ferð í 15 ár. Tað verður øðrvísi, sigur nú fyrrverandi eigarin og leiðarin av Gjáargarði.

Tað ber illa til at tosa um Gjáargarð uttan at nevna Eirik Suna Danielsen.

Seinastu 15 árini hevur hann verið eigari og leiðari á kenda gistingarhúsinum við Gjógv.

Men nú er tað farin tíð, tí nýtt fólk skal taka við sum leiðari á Gjáargarði í 2019, og tí hevur Eirik Suni Danielsen havt sín seinasta arbeiðsdag á Gjáargarði.

- Tað er ein løgin kensla. Gjáargarður hevur fylt ómetaliga nógv øll hesi árini, og tað hevur ikki verið óvanligt at havt ein árbeiðsdag upp á 18 tímar, sigur Eirik Suni Danielsen.

Enn er ikki greitt, hvat 57 ára gamli Eirik Suni Danielsen fer at takast við.

- Í fyrstu syftu ætli eg mær at halda frí í eitt hálvt ár. Og so kann eg halda summarfrí sum flest onnur fyri fyrstu ferð í 15 ár, heldur Eirik Suni Danielsen skemtiliga fyri.

Í morgunsendingini fortaldi hann um upplivingar á Gjáargarði og í føroyskari ferðavinnu hesi 15 árini, hann hevur arbeitt á kenda gistingarhúsinum við Gjógv.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024