Góðan morgun Føroyar

- Eg hevði onga lívsgóðsku
09-01-2019
Fyri 22 ára gamla Trónd Húsgarð byrjaði 2019 væl. Hann hevur júst fingið eina medalju, sum er prógv um, at tað ber til at koma úr rúsevnismisnýtslu

Fyri 22 ára gamla Trónd Húsgarð úr Havn verður 2019 heilt serligt.

Hetta er fyrsta árið síðani 2014, at lívið hevur veruligt innihald aftur og ikki bara snýr seg um rúsevni.

Tí fyri skjót fimm árum síðani byrjaði Tróndur Húsgarð eitt keðiligt rúsevnismisbrúk.

- Tað byrjaði við, at eg fór at roykja hassj, men skjótt bleiv tað eisini til sterkari evnir so sum MDMA og LSD, sigur Tróndur Húsgarð.

Eftir stutta tíð var tað ikki bara í vikuskiftunum, at hann rúsaði seg.

Seint í 2017 var rúsevnismisnýtlsan komin so langt út, at Tróndur Húsgarð mátti í viðgerð. Hetta hevur gingið fyri seg á viðgerðarstovninum Frælsi, sum hoyrir til virksemið hjá Frelsunarherinum.

Líka síðani hann fór í viðgerð, hevur hann megnað at hildið seg frá rúsevnum.

Í morgunsendingini greiddi fortaldi Tróndur um rúsevnismisbrúkið, og hvussu hann eftir drúgva viðgerð hevur fingið eitt vanligt lív aftur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024