Góðan morgun Føroyar

Føroyskir menn eru í ov stórum heilsuvanda
10-01-2019
Yvirvekt og ov lítið av rørslu eru høvuðsorsøkirnar til vánaligu heilsuna, sigur Jens Andreassen, serlækni

Føroyskir menn eru í serliga stórum heilsuvanda. Í 2012-2014 var ein kanning gjørd, sum vísir, at góð 24% av kannaðum monnum í aldrinum 60-69 ár hava typu 2 diabetes. Fyri føroyskar kvinnur í sama aldursbólki er talið um 9%, og fyri danskar menn í sama aldursbólki er talið um 14%.

Orsøkirnar eru fleiri, men høvuðsorsøkirnar eru ov lítið av rørslu og yvirvekt, sigur Jens Andreassen, serlækni.

Hann vísir samstundis á, at um tú íðkar umleið 30 minuttir um dagin, etur lutfalsliga sunt og megnar at halda vektini niðri, ber til at forða sjúkuni ella at minka um hana.

Í sendingini í morgun hava vit havt tema um menn og heilsu. Hoyr samrøðuna við Jens Andreassen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024