Góðan morgun Føroyar

Maria dokumenterar føroyskt ungdómslív
17-01-2019
- Har verður bannað og drukkið, so tað skal mann tola sum hyggjari, sigur Maria Winther Olsen, ið hevur gjørt nýggju ungdómsrøðina

Hashtag.

Tað er heitið á nýggjari, føroyskari ungdómsrøð í Kringvarpinum, sum Maria Winther Olsen hevur gjørt.

Fyrsti partur av fýra verður at síggja í kvøld eftir Dag og viku, og hesaferð ber sendingin undirheitið ungdómslív.

- Í fyrsta partinum læra vit tey ungu at kenna. Talan er um fýra rættiliga ymiskar persónar, sum eg havi fylgt í juli og august mánaði í fjør, sigur Maria Winther Olsen.

- Eg var rættiliga nógv saman við teimum, og vit gjørdu tað soleiðis, at tey søgdu mær frá, tá tey skuldu eitthvørt, eitt nú til arbeiðis, at venja ella í onkra veitslu, sigur Maria Winther Olsen.

Tey fýra ungu fólkini, sum hon fylgir í sendingini, hevur hon sjálv valt út.

- Í eina tíð stalkaði eg fleiri persónum á Instagram, og tað er soleiðis, at eg kom fram til hesi fýra, sum vit síggja í Hashtag. Tey vóru eisini tey fyrstu fýra á mínum lista, og tíbetur søgdu tey beinavegin ja til at luttaka, greiðir Maria Winther Olsen frá.

Fyri hana hevur tað verið týdningarmikið, at gera sendingina soleiðis, at hon vendir sær til tey ungu.

- Hetta er ein sending um ung til ung. Men eg haldi, at onnur eisini kunnu fáa nakað burturúr, sigur Maria Winther Olsen.

Fyrsti partur verður vístur í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku. Eisini ber til at síggja fyrsta part á heimasíðuni kvf.fo.


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024