Góðan morgun Føroyar

Ein síða av mær: At vera í politikki
23-01-2019
Bergtóra Høgnadóttir, fyrrverandi politikari, greiðir frá, hvat tað ger við ein at vera í politikki

Bæði løgtingsval og fólkatingsval verða í ár. Um ikki so leingi byrja valstríðini av álvara, har bæði sitandi tingfólk, fyrrverandi politikarar og fólk, sum ikki hava verið í politikki áður, fara at kappast um tína atkvøðu.

Men hvat ger tað við ein at vera politikari? Eru politikarar falskari enn onnur? Og hvussu er tað ikki at verða afturvaldur? Í morgunsendingini í morgun fingu vit eitt prát við Bergtóru Høgnadóttir, fyrrverandi tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um tær avbjóðingarnar, sum standast av at vera í politikki.
Bergtóra Høgnadóttir var á tingi frá 2008 til 2011. Sjálvt um hon er glað fyri tíðina sum tingkvinna, hevur hon ongar ætlanir um at stilla upp aftur. Hoyr samrøðuna við hana, um hví hon ikki hevur hug at fara í politikk aftur, og hvørja ávirkan politikkur annars hevur havt í hennara lívi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024