Góðan morgun Føroyar

Merk mørk
04-02-2019
Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið Vika sex 2019 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum, og hesaferð er evnið "Merk Mørk"

Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 4. til 8. februar ferðast tiltakið Vika sex 2019 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er "MERK MØRK", tí tað er ein sannroynd, at farið verður út um mark, bæði síni egnu og mørk hjá hvør øðrum.

Tað eru Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!, sum standa fyri tiltakinum, og í morgunsendingini í morgun vóru Elin Winther Poulsen frá Sig frá! og Hildigunn Thomsen frá Fólkaheilsuráðnum og greiddu frá tiltakinum.
Tær vístu á, at tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av mørkum, og tora at gera vart við síni egnu mørk. Tilvitan um mørk hevur týdning fyri at viðurkenna mørk hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða hesi mørk.

Persson & Dahl framføra til tiltakið, og høvi verður at fáa eitt prát við fyriskipararnar. Eisini ber til at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið "MERK MØRK", kynslív og kropp yvirhøvur.

Tiltakið Vika sex 2019 endar í Perluni hóskvøldið 7. februar kl. 20.00 við fyrilestri við Marini í Dali, lækna.

Nær og hvar?
Mánadagin 4. feb. Glasir, Tórshavn kl. 10.15 ? 11.30
Mánadagin 4. Feb. Glasir, Tórshavn kl. 12.25 ? 13.40
Týsdagin 5. feb. Miðnám á Kambsdali kl. 09.00 ? 10.15
Týsdagin 5. feb. Tekniski Skúlin í Klaksvík, Spinnaríið kl. 13.00 ? 14.15
Mikudagin 6. feb. Miðnám í Suðuroy kl. 11.55 ? 13.25
Hósdagin 7. feb. Miðnám í Vestmanna kl. 12.30 ? 14.00 Hóskvøldið 7. feb. Vitan um sexualitet millum ung í Føroyum
v/Marini í Dali, lækna, Perlan, Tórshavn kl. 20.00

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024