Góðan morgun Føroyar

Í dag byrjar kinesiska nýggjárið
05-02-2019
- Henda høgtíðin minnir nógv um tey føroysku jólini við nógvum mati og familjuvitjanum, siga Jóhanna og Dávid, sum búgva í Kina

Týsdagur 5. februar í ár er ein heilt serligur dagur í Kina.

Í dag byrjar nevniliga kinesiska nýggjárið - ein høgtíð, ið verður hátíðarhildin í eini átta dagar.

- Nógv verður gjørt burturúr, men tá tað kemur til siðvenjurnar, so eru tær rættiliga nógv tengdar at, hvar í landinum tú ert staddur, sigur Dávid Fossdalsá, sum saman við Jóhonnu Magnusardóttir hevur lisið og arbeitt í Kina síðani 2013.

Í fleiri umførum hava tey bæði upplivað at hátíðarhalda kinesiskt nýggjár, sum plagar at vera fyrst í februar.

- Eitt, sum er annarleiðis við kinesiska nýggjárinum í mun til nýggjár í Føroyum, er, at tað er bannað at brúka fýrverk. Og tí sær mann bara nakrar fáar rakettir til kinesiska nýggjárið, sigur Jóhanna Magnusardóttir.

Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá kinbesiska nýggjárinum, og hvussu gerandisdagurin sær út í Kina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024