- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kjak: Ósamd um varskógvaraskipan er neyðug
05-02-2019
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, skifta orð um varskógvaraskipanina
Enn ein almenn umsiting, sum kostar pengar, sigur Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum um varskógvaraskipanina.
Nei, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sum eigur lógaruppskotið. Eitt fólk hjá Landsgrannskoðanini skal umsita skipanina, sigur hon.
Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykja lógaruppskotið um varskógvaraskipan.
Møguleikarnir at boða frá óreglusemi hjá tí almenna eru Løgtingsins umboðsmaður, Landsgrannskoðanin, fakfeløgini, miðlarnir og talufrælsið, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini. Meirilutin heldur tí ikki, at neyðugt er við enn eini almennari umsiting afturat.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla um varskógvaraskipanina verða í morgin.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024