Góðan morgun Føroyar

Í brúdleyp í Etiopia
07-02-2019
- Tað var øðrvísi enn eitt føroyskt brúdleyp, men blíðskapurin var fantastiskur, sigur Hallur Hansen, hvørs dóttur herfyri bleiv gift í Etiopia

- Ein veldug og ógloymandi uppliving.

Soleiðis lýsir Hallur Hansen hendingina, tá dóttir hansara, Jóhanna, bleiv gift í Etiopia sunnudagin tann 27. januar. Umleið 20 føroyingar høvdu ferðast til Etiopia fyri at vera við til brúdleypið.

Hallur Hansen er javnan borðstjóri til ymsar veitslur og eisini brúdleyp, men hetta brúdleypið í Etiopia var nakað heilt serligt.

- Her í Føroyum eru vit von við, at borðhaldið er í fleiri tímar, men í Etiopia dansa tey størsta partin av veitsluni. Faktisk er tað soleiðis, at tey, sum sita niðri, eru hildin at vera sera keðilig, heldur Hallur Hansen skemtiliga fyri.

Eitt annað, sum eisini var annarleiðis við brúdleypinum í Etiopia, var, at so at siga ongar talur blivu hildnar.

- Tað brúka tey næstan ikki. Eg hevði so fyrireikað eina talu til dóttrina, og tað hildu tey vera heilt serligt, greiðir Hallur Hansen frá.

Brúdleypið taldi 300 gestir. Men í Etiopia er tað ikki nógv.

- Ein fortaldi mær har, at tað als ikki er óvanligt at hava brúdleyp fyri eini 1500 gestum, so hetta hildu tey vera eitt lítið brúdleyp, sigur Hallur Hansen.

Í morgunsendingini greiddi hann frá stóru upplivingini, tá føroyingarnir fóru í brúdleyp í Etiopia.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024