- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, hevur í sambandi við eftirútbúgving sína skrivað høvuðsritgerð um, hvussu starvsfólk og arbeiðsgevari saman kunnu tryggja, at seinastu starvsárini verða meiningsfull, og at skiftið til tilveruna sum pensjónistur verður gott.
Lítil gransking er gjørd um seinastu starvsárini, fram til tíðina, tá vit fara av arbeiðsmarknaðinum.
Tá tosað verður um fyrireiking til pensjónstilveruna, verður aloftast hugsað um uppsparing og pensjónsaldur, meðan tann mentala fyrireikingin vanliga ikki fyllir serliga nógv. Men mentali parturin eigur at verða tikin eins nógv í álvara.
Sambært Bergtóru er øgiliga ymiskt, hvussu starvsfólk eru fyrireikað mentalt til hetta nýggja tíðarskeiðið í lívinum; nøkur stúra, nøkur gleða seg og onnur skutra tankan burtur.
Summi stórtrívast sum pensjónistar, meðan fyri onnur er pensjónstilveran at líkna við eina lívskreppu.