- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Elin er ársins sjúkrarøktarfrøðingur
22-03-2019
- Hon brennur so nógv fyri at tryggja lív og heilsu hjá minstu borgarunum í Føroyum, stendur millum annað í grundgevingini
- Tað gevur meining at hjálpa pinkubørnunum og foreldrunum, sum ikki hava eina heilt lætta byrjan til lívið. Tá eg síggi hesi børnini nøkur ár seinni, føli eg veruliga, at eg havi valt rætta arbeiðið.
Soleiðis sigur Elin Helena Sjóstein, sum farna vikuskiftið varð kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2019. Hetta bleiv kunngjørt á aðalfundinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seinasta leygardag.
Elin Helena Sjóstein úr hevur seinastu 16 árini arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur. Í dag arbeiðir hon sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur og er varaleiðari á føðideildini.
Í morgunsendingini greiddi hon frá sínum arbeiði og upplivingum sum neonatalsjúkrarøktarfrøðingur.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024