Góðan morgun Føroyar

At kava í holum er sum at vera astronautur
08-04-2019
Rannva Tórfríð Jørmundsson fer til Meksiko at kava í holum.

Tað, sum hugtekur meg mest við holukaving, er, at eg sleppi at uppliva støð, har eingin fólk ella djór hava verið fyrr, sigur Rannva Tórfríð Jørmundsson.

Tað var filmurin Finding Nemo, ið upprunaliga vakti hennara áhuga fyri kaving.

Á eini fjakkaraferð í Australia í 2008 hugsaði Rannvá, at nú var ikki langt til Great Barrier Reef, sum sæst í filminum.

Tá var eg bæði bangin fyri at svimja og fyri at ein hávur fór at býta meg, sigur Rannvá brosandi.

Síðani er áhugin fyri kaving bara vaksin.

Í dag starvast hon hjá Fourth Element í Onglandi, sum framleiðir kavararútgerð.

Umframt at kava í Meksiko, skulu Rannvá og tvær aðrar gentur gera ein film um kaving.

Tað er so, at bara fjórði hvør, ið fæst við tekniska kaving, er ein kvinna.

Filmurin skal vísa, at kvinnur eins væl og menn kunnu kava í holum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024